TT

Vika 25 - 2024

Mánadagur
17. juni
Bøkur o.a.
Í dag skulu ØLL hava allar bøkur, sum skúlin eigur, við í skúla. Hetta eru bókasavnsbøkur, krabbabøkur og lærubøkur annars. 3. og 4. tíma brúka vit til at rudda stovuna, hillar, taka tekningar niður og sovorðið, so klárt verður til eitt nýtt skúlaár.
Við heim fáa tey tær bøkur, sum vit eru liðug við at brúka í skúlanum.
Blómumyndin við ídag!
Myndin næmingarnir hava teknað av 2 blómum, taka vit við ídag!
Týsdagur
18. juni
Seinasti skúladagur
Í dag fara vit at møtast at hátíðarhalda, at vit eru liðug í 2. flokki og at ynskja hvørjum øðrum eina góða summarfrítíð og hugna okkum saman eina lötu. Vit fara at taka mynd saman, so tit kunnu gott pynta tykkum eitt sindur, hava tit hug til tað. Ongan matpakka. 
Vit møta kl 10 og fáa frí kl 12.
Frítíðarskúlin heintar 12.35
Mikudagur
19. juni
Hósdagur
20. juni
Fríggjadagur
21. juni

Boð til flokkin: