TT

Vika 19 - 2024

Mánadagur
6. mai
Støddfrøði:
Vit fara runda kap. 10 av og síðani byrja vit upp á kap. 11 (additión og sumbtraktion: +/-) um vit fáa tíð.Okkurt verður at fáa sum heimaarbeið til mikudagin :-)
Fit First
3. tími við badminton
Týsdagur
7. mai
Heimaarbeiði
Skrivið s. 12-13 lidna í Finku.
Lesið s. 138 í Hervør og Høgna til í dag
Støddfrøði:
Bókin er við heim og næmingarnir skulu rokna til og við síðu 77 til mikudagin.
ítróttur - Svimja
Mikudagur
8. mai
Heimaarbeiði
Venjið trý tey fyrstu ørindini á s. 140 saman við einum vaksnum til í dag
Støddfrøði:
Vit gjøgnumganga restina av kap. 10 (rætta) og halda áfram við kap. 11 (+/-).Bókin er við heim og næmingarnir skulu rokna til og við síðu 77 til ídag.
Fit First
Nýtt evni...
Hósdagur
9. mai
Kristi himmalsferðardagur
Frídagur 
Fríggjadagur
10. mai
Heimaarbeiði
Venjið trý tey síðstu ørindini á s. 140 saman við einum vaksnum til í dag
Støddfrøði:
Gera kap. 11 (+/-) lidnan og gjøgnumganga hann. 

Boð til flokkin:

Frá viku 18, t.v.s. 30/4 fara vit at hava eina verkætlan um Hans Andrias Djurhuus

 

Pápi mín

Pápi mín, hann strevar og hann stríðir

og er úti hvønn ein dag, 

og hann er so góður og so blíður,

mamma mín hon sigur tað: 

"Lítli mín,

pápi tín

tungt mangt sporið stígur. 

Hann skal læra sonin sín

streym og velting, lítli mín."

 

Pápi mín, hann eigur bát í neysti, 

mastur, segl og árar við,

og vit dyrgja oftani um heystið, 

og eg veit eitt skrubbumið.

Pápi mín, 

pápin mín 

upp um ups seg lesti.

"Lít tú trygt á pápa tín,"

sigur altíð pápi.

 

Mamma mín, hon seymar og hon bindur,

kókar mær og pápa mat, 

vaskar gólv, eg dálki jú eitt sindur, 

tó hon sigur altíð, at 

einki ger, 

vátur er

ofta raskur drongur.

Sjálvt um hann at vaða fer, 

kortini hann góður er.

 

Pápi mín og mamma eru bæði

ógvuliga góð við meg,

tá eg verði stórur, hús og klæði

teimum báðum gevi eg,

so at tey  

bæði tvey

skulu vera fegin. 

Ei tey skulu líða neyð,

eg skal keypa kjøt og breyð.