TT

Vika 45 - 2026

Mánadagur
2. november
Føroyskt (broyting)!
Vegna tekniska trupulleikar riggaði ikki við fyrisøgn í morgun, so vit skriva hana fríggjadagin. 
Í dag hava vit verið á bókasavninum, valt okkum nýggjar frílesingsbøkur og havt lesiløtu.
Vit fara at arbeiða við mállæru restina av tímunum í dag.
Vit gera s. 22-25 og arbeiða við ognarfornøvnum.
Týsdagur
3. november
Rokning
Øll rokna stk 1.99 - 1.100 - 1.102 heima
Mikudagur
4. november
Mín jólabók
Um ein ynskir at keypa Mín Jólabók, so kunnu tit keypa hana á www.jólabókin.fo kostar 220kr ádrenn 16 nov.
Hósdagur
5. november
Føroyskt
Í skúlanum: Vit fara at arbeiða við myndini av Ruth Smith "Sjálvsmynd". Hetta verður innleiðing til at læra at arbeiða við myndum - hvussu greinar man eina mynd osfr.
Fríggjadagur
6. november
Føroyskt
Heima: Lesið enn eina ferð uppá fyrisøgnina á s. 24 í "Nem mál í sætta". Mynd av fyrisøgnini er eisini niðast á hesari síðu
Í skúlanum: Vit skriva fyrisøgn inni á Teams. Vit rættlesa aftaná.
Tað, ið er eftir av tímanum fer til at velja eina av sínu egnu myndum á telefonini, sum vit fara at greina og tulka. Tað skal vera ein av myndunum, sum vit hava tikið í samband við myndatøkur á túri við evninum "Heyst" ella "Tað ónatúrliga í náttúruni".

Boð til flokkin

Tilmelding til skildnaðarbólk.

Vágs skúli fyrsta foreldrabræv.docx