TT

Vika 49 - 2023

Mánadagur
4. desember
Støddfrøði:
Vit byrja upp á nýggju bókina 1c. Vit fara undir størri tøl 1-20.Byrja við samtalusíðu og so halda vit áfram s. 3-10.
Føroyskt
Av tí, at vit verða liðug við arbeiðsbók 1 hesa vikuna, og tí at næmingarnir eru so raskir hvønn dag, havi eg lovað teimum, at vit kunnu hugna okkum í 4.-5. Tíma, í føroyskum í dag :) Havið alt tad vanliga við, og so kunnu tey eisini hava okkurt lekkurt við, bomm ella okkurt, sum tey ynskja sær - tó alt við máta. Vit kunnu siga max 30 kr :)
Týsdagur
5. desember
Ítróttur:
Fimleikarhøllin: 

Rørslur (skiparin kemur, klatra, sjórænarar)
Føroyskt
Øll lesa s. 16 og 18 heima. 
Støddfrøði:
Saman sett tøl og perlur á rekkju. Vit seta tøl saman og telja hvussu nógv eru.S. 10-13. 
Mikudagur
6. desember
Støddfrøði:
Vit fara undir 10'arar og 10'arar vinir, bæði gjøgnum spæl og stykkir. S. 13-19.
Hósdagur
7. desember
Føroyskt
Øll lesa s. 20 og 22 heima
Sangur í SS
Kl. 16.00 letur jólabýurin í Suðuroyar Sparikassa upp. Vit eru biðin at syngja nakrar sangir, sum vit eisini hava vant í skúlanum seinastu dagarnar. 
Vónandi fáa nógv komið at sungið við. Vit møta kl. 16.00 :)
Fríggjadagur
8. desember
Føroyskt
Øll lesa s. 24 og 26 heima.

Boð til flokkin

7/12 eru vit biðin at syngja í Suðuroyar Sparikassa seinnapart, tá jólabýurin verður latin upp. Hevði verið gott um so nógv børn sum tilber komu við. Vit møta kl. 16.00. 

Í viku 50 (næstu viku): 
Vit fara at hava eina hugnaliga løtu við Lucia, sangi, søgu og felagssangi í Vágs kirkju onsdagin kl. 11-12.00 har øll eru vælkomin.
Annars er fjølbroytt og øðrvísi skrá fyri 4.-5. tíma hvønn dag í komandi viku (evnisvika), men 1.-3. tími er vanlig undirvísing.