Vika 19 - 2024
Boð til flokkin:
Frá viku 18, t.v.s. 30/4 fara vit at hava eina verkætlan um Hans Andrias Djurhuus
Pápi mín
Pápi mín, hann strevar og hann stríðir
og er úti hvønn ein dag,
og hann er so góður og so blíður,
mamma mín hon sigur tað:
"Lítli mín,
pápi tín
tungt mangt sporið stígur.
Hann skal læra sonin sín
streym og velting, lítli mín."
Pápi mín, hann eigur bát í neysti,
mastur, segl og árar við,
og vit dyrgja oftani um heystið,
og eg veit eitt skrubbumið.
Pápi mín,
pápin mín
upp um ups seg lesti.
"Lít tú trygt á pápa tín,"
sigur altíð pápi.
Mamma mín, hon seymar og hon bindur,
kókar mær og pápa mat,
vaskar gólv, eg dálki jú eitt sindur,
tó hon sigur altíð, at
einki ger,
vátur er
ofta raskur drongur.
Sjálvt um hann at vaða fer,
kortini hann góður er.
Pápi mín og mamma eru bæði
ógvuliga góð við meg,
tá eg verði stórur, hús og klæði
teimum báðum gevi eg,
so at tey
bæði tvey
skulu vera fegin.
Ei tey skulu líða neyð,
eg skal keypa kjøt og breyð.