TT

Vika 05 - 2026

Mánadagur
26. januar
Týsdagur
27. januar
Heimaarbeiði
Lesa s. 78 heima til í dag. Um man ikki megnar alt, lesur man eitt sindur minni, um man orkar meir, lesur man alt.
Mikudagur
28. januar
Hósdagur
29. januar
Føroyskt
Vit byrja við lesiløtu í dag og gera síðu 34-35 í gulu (Lær teg at stava)
Fríggjadagur
30. januar
Heimaarbeiði
Lesi 10 min frílesing heima til í dag.
Venja staviorð til fyrisøgn nr 10
Len
Lisa
sita
mála
síni
bók

Boð til flokkin:

2. februar er læraradagur í Salt. Hendan dagin er eingin skúlagongd.

 

Minnist til at geva børnunum ein lítlan matpakka sum tey kunnu taka við sær út í fríkorterið kl 9.40, t.d. eina frukt ella okkurt sum ikki noyðist at verða í sjálvari mateskjuni. So hava tey ein góðan stóran matpakka kl 10.45

 

Frílesing:

Tey flestu hava nú fingið krabbabók og eina hvíta mappu við uppgávum í.
Hetta er eyka lesnaður. Bókin skal lesast einaferð ígjøgnum og síðani skulu uppgávurnar gerast, um uppgávur eru til bókina. Tíð er sett á til heimaarbeiði, men man kann sjálvandi lesa meir, um ein ynskir tað. Tá bókin er lisin og uppgávan er gørd, fái eg mappuna og leggi nýtt tilfar í. Góðan lesihug.